
20 konsertir.
10 heim.
Eitt serligt kvöld í Syðrugötu.
Tey sum framföra
Skrá
20 konsertir sama kvöld
Skráin niðanfyri vísir hvörjar konsertir eru nær og hvar við adressum í Syðrugötu. Hvør bólkur ella einstaklingur spælir tvær konsertir í tveimum ymiskum húsum.
Set tína egnu skrá saman við at trýsta á stjørnuna við júst tær konsertirnar tú vilt hoyra. Tú kanst síðani leggja tær afturat kalendaranum og fáa áminningar.
Armbond: Skanna atgongumerki í Töting frá kl. 17:00
Kom í góðari tíð framvið Töting, við Júksnará 9, og fá títt armband áðrenn konsertirnar byrja í heimunum kl. 19:00. Ert tú tíðliga á veg, kanst tú njóta okkurt ein kaffimunn og okkurt gott aftur við í Töting, ið er opið alt kvöldið. við Júksnará 9, og fá títt armband áðrenn konsertirnar byrja í heimunum kl. 19:00.

Jens Marni Hansen í Töting
Tá ið heimakonsertirnar eru av, byrjar eftirveitslan í Töting og tú ert boðin við. Jens Marni Hansen spælir.
Interaktivt Bygdakort
Kort yvir Syðrugötu
Her sært tú Töting og öll 10 heimini við Salvaráveg, Traðaráveg og Garðagötu. Trýst á markörarnar á kortinum fyri at síggja artistar, klokkutíðir og fáa leiðbeining í Google Maps.

Töting
Við Júksnará 9, Syðrugöta
Hövuðsstöð hjá HOYMA. Skanna atgongumerki og fá armband á frá kl. 17:00.
Hvat hendir her
Soleiðis riggar HOYMA
Eingin stórur pallur, eingi risa annlegg ella sjengenhegn. Ikki so frægt sum ein tjaldlega. Bara livandi tónleikur heima í stovunum, meðan tú gongur millum húsini í Syðrugötu — frá eini konsert til ta næstu.
Soleiðis gongur kvöldið
Tú tjekkar inn í Töting, skannar atgongumerkið og fært títt armband. Ert tú tíðliga á veg, sum er skilagott, so kanst tú seta teg inn í Töting, sum er opið alt kvöldið, eina lötu og fáa tær ein kaffimunn. Síðani gongur tú niðan í grannalagið við Salvaráveg, Traðaráveg og Garðagötu. Haðani kanst tú ganga frá einari konsert til aðra. Hvört heim hevur sín egna dám, og tað er stutt at ganga millum húsini. Tá ið konsertirnar eru lidnar, kanst tú velja at fara aftur í Töting, har eftirveitsla er til út á náttina. Er tú veruliga svangur, ber til at keypa sær okkurt úr Fisk og Kips bilinum, sum stendur tætt við. Annars hava flestu húsini smærri munnbitar og/ella okkurt søtt sett fram.

Sögan aftanfyri
Tvær gamlar siðvenjur
HOYMA byggir á tvey gomul föroysk fyribrigdi: roykstovumentanina, har sangur, frásögn og fólkslig mentan livdu og vóru varveitt millum fólkið, og gamla siðin at ganga húsagongd. Við HOYMA verða hesi sameind og fáa nýtt lív.
Vit gleðast um at fleiri onnur, við okkara vælsignilsi, hava kopiera henda mátan at skipa tiltök, mest tónleikatiltök, mein eisini t.d. sjónleika- og sögusigaratiltök, og at HOYMA nú hevur hópin av systrum í Föroyum og aðrastaðni í Norðurlondum við.
Upplivingin
Tætt upp á tónleikin

- 01Lat teg úr skónum í gongini ella fá tær bláar skóleistar omaná skógvarnar, áðrenn tú fert víðari inn.
- 02Summi bjóða durasnaps. Tað er púra frítt um tú tekur av ella ikki. Ikki kenna teg noyddan.
- 03Hav nakað av leysum pengum við so tú kanst lata eina 20-kr ella 50-kr-seðil í krukkuna, tá ið tú fært hug til eina bjór, ein kakubita ella okkurt annað leskiligt, sum fólkini hava sett fram.
- 04Um tú ætlar tær at fáa alla konsertina við, far so fremst og set teg. Ætlar tú víðari eftir eina lötu, so kann vera skilagott at seta seg uttast ella at standa framvið.
- 05Vís virðing fyri húsfólki, framförandi og öðrum gestum. Ikki tosa ímeðan framfört verður og lat gjarna telefonina vera í lummanum, ljóðleysa. Ansa í minsta lagi eftir ikki at stinga telefonina upp, so onnur missa útsýni til tónleikin. Tað eru góð høvi at práta í millum konsertirnar og aftaná.

"Tað er ein sovorðin nærvera, eitt andlit-til-andlits ting. Man er nærri hvör öðrum. Man er berari. Man hevur latið seg úr skóm og jakka, og man merkir hitan frá hinum fólkunum - og man lurtar betur. Allir sangir og tónar fara beinleiðis inn. Alt er júst til tín, har tú situr í tínum hálvhosum við einum kaffikoppi og einum kökubita. Tað er so hjartaligt og stemningsfult, so óformelt og erligt, og so er tað á föroyskum. Tað er onki uppgjört yvir tí..."

Praktiskt
Hetta skalt tú vita











