Tíðindi
28. 09. 2022
Here are this years artists and program
19. 09. 2022
HOYMA will be held on Oct. 1st in Syðrugøta
30. 08. 2021
Faroe Islands win "Best in Travel 2021" - VFI quotes HOYMA as one of several reasons

Síggj landsliðsfótbólt á HOYMA

10. 09. 2021

Lat orðini sum skaldið kvað á sinni verða tær til ugga og troyst: “Stúr ikki stúr ikki, lítil kinn, í Tøting vísa vit fótbóltsdyst”

Ja, vit eru greið yvir tað. Tað er landsdystur samstundis sum HOYMA. Men, lat orðini sum skaldið kvað á sinni verða tær til ugga og troyst: “Stúr ikki stúr ikki, lítil kinn, í Tøting vísa vit fótbóltsdyst”. Ja, tað er rætt. Vit gera ein steðg í vanligu skránni har Sólarn og Grótfólkini vísa okkum dystin á stórskíggja í Tøting. Og tá dysturin er liðugur, so byrjar vanliga skráin aftur. Hetta verður nærri lýst tá ið endaliga skráin kemur út.

Og skuldi tað nú verið soleiðis, at tú ert ein av teimum fáu tandrum her á landi, sum ikki er kálvføddur við leðurbólti um fótablað, so verður matstovan í Valhøll tín uggi meðan dysturin leikar. Ja, “trøstespisning” hevur sítt pláss viðhvørt. Og hvør veit, kanska vit enntá gera okkurt serligt innslag á skránni til tey fótbóltsvondu. Vit fáa at síggja. Men høvuðsboðskapurin í hesum skrivi er: 1. Stúr ikki fyri at missa fótbóltin, tað verður festligt at hyggja í Tøting. Og 2. stúr heldur ikki fyri at verða tvingsils innlagdur til fótbolt. Fótbóltsfriður og matur í stríðum streymum verður í Valhøll og kanska okkurt annað tiltak eisini.