Tíðindi
28. 09. 2022
Here are this years artists and program
19. 09. 2022
HOYMA will be held on Oct. 1st in Syðrugøta
30. 08. 2021
Faroe Islands win "Best in Travel 2021" - VFI quotes HOYMA as one of several reasons

Yrkingar, dypping, samrøða, sangur og suppa við Helga og Steintóri

23. 09. 2021

Í sambandi við at Helgi Rasmussen hevur givið út yrkingarsavnið, Eitt, verður eitt bókmentaligt intermezzo ímeðan landsdystur verður vístur á stórskíggja í Tøting. Talan er um eina bókaframløgu í Hoyggjhúsinum, har vanliga verður sungið, tá ið G! er. Tá ið framløgan er av, verður gjørt klárt til at 'dyppa'. Mennirnir skifta í kjallarinum á Mýrini og kvinnurnar skifta í Hoyggjhúsinum. Aftaná dypparíið verður suppa og sangur á Mýruni. Steintór Rasmussen verður við á tiltakinum og fer at hava samrøðu við Helga í góðar 20 minuttir. Síðan fer Helgi at hava samrøðu við Steintór, sum hevur okkurt nýtt á skrá. Tað koma vit at hoyra um tá ið nærkast.
Tiltakið byrjar samstundis sum landsdysturin byrjar kl 19.45 og endar tá ið landsdysturin er av. Hav í minsta lagi eina 20 krónu við, so tú kanst fáa tær eina øl ella vín afturvið, men tak gjarna kort ella meira reiðan pening eisini, tí forlagið Sprotin selur bøkur fyri serprís hendan dagin.