Artist
Jósef Zachariassen

kl 18.00 heima hjá Noomi og Karl, fyri oman Brúgv 10

kl 23.30 heima hjá Anniku og Hjalta, Garðabrekka 15

Jósef Zachariassen er Føroyskur klaverleikari, sangari og tónaskald. Jósef byrjaði at spæla klaver sum 6 ára gamal og hevur tey seinastu 10 árini verið ein aktivur tónleikari. Jósef hevur millum annað spælt við Aldubáruni, Føroya Symfoniorkestur, Bjergsted Symfoniorkestur, Moulin Noir og M.D.R.N. Í 2018 útgav hann fyrstu fløgu sína ’24 preludes’. Undir koronatíðini skifti Jósef tónleikaliga rætning og djúpaði seg í sang, framleiðslu, og kompositión. Nú er Jósef í holt við at útgeva nýggju fløguna ‘Summer’ ið snýr seg um at vaksa upp í einum kristum umhvørvi í Føroyum. Til HOYMA konsertina kemur Jósef at spæla eina intima konsert við gomlum klaverstykkum frá fyrstu fløgu hansara ’24 Preludes’ og við nýggjum løgum frá komandi fløguni ‘Summer’.

https://www.youtube.com/watch?v=ItSZOh0gM-4
Jósef Zachariassen - Human
https://www.youtube.com/watch?v=IMfxPLGgH4Q
Jósef Zachariassen - Summer
More Artists
Enekk
Prísvinnandi bólkurin Enekk við Kára Sverrisyni, Agnar Lamhauge og Óla á Grindaflótti spæla báðar…
Tinganest
Tinganest spæla sína fyrru konsert heima hjá Mariu og Nathan á Gerðavegi 21, kl 20.30, og sína se…
HOGNI
HOGNI við bólki spælir fyrru ferð heima hjá Olgu og Abraham, Gerðagøta 13 kl 21 og seinnu ferð he…
Ólavur Højgaard
Høgt elskaða røddin úr Vestmonnum og sum soloartistur, Ólavur Højgaard, spælir sína fyrru konsert…
Aggrasoppar
Aggrasoppar (fyrr Æðrasoppar) spæla sína fyrru HOYMAkonsert kl 20.30 heima hjá Ósbjørn og Sigrun…
Die Færøsche Polkaband
Die Færøsche Polkaband við Johan Hentze spæla sína fyrru konsert kl 21.00 heima hjá Samson og Eyd…