
Dánjal á Neystabø hevur sett síni spor á føroyska og noðrurlendska tónleikapallin á so mangan hátt. Øll børn í Føroyum kenna hann sum ein av tveimum í duoini Ævintýraferðin. Dánjal hevur saman við bólkinum Klingra og sum serligur gestur við Afenginn spælt nakrar av minniligastu konsertunum her á landi og túrað í norðurlondum og europa við. Hann hevur eisini givið popp út undir navninum Momo. Men kanska hann stendur allarsterkastur sum solistur undir egnum navni. Og tað er soleiðis vit fara at uppliva hann á HOYMA. Sangskrivaran, sangaran, klaverleikaran Dánjal á Neystabø.
https://www.youtube.com/watch?v=qpQS3s6dFV8
Danjal : Our Song
Lena Anderssen
Son of Fortune
aka Benjamin Petersen
Bárður á Lakjuni
& Bartal
Uni Debess
Lyon Hansen