Tíðindi
Seinastu tíðindi frá HOYMA
28. 11. 2023

Veldigt ummæli av HOYMA í The Smithsonian

07. 10. 2023

Tað mest umráðandi at vita í sambandi við HOYMA '23 (Video)

07. 10. 2023

Morgunmatur, sauna, sauna-gus og heitur pottur á HOYMA

07. 10. 2023

HOYMA 2023 er útselt

Vís øll tíðindi
Tónleikanøvn
Hesi framføra á HOYMA 2023
Vís øll tónleikanøvn
Tónleikanøvn
Hesi framføra á HOYMA 2023
Son of Fortune
Ólavur Højgaard
Sunneva Plátuvendari
Tinganest
Enekk
Dania O. Tausen
Vís øll tónleikanøvn
Elinborg
Elinborg spælir fyrru HOYMA-konsert kl 20 heima hjá Sigvør og Kristoffur á Geilargøtu 2, og sína…
Aggrasoppar
Aggrasoppar (fyrr Æðrasoppar) spæla sína fyrru HOYMAkonsert kl 20.30 heima hjá Ósbjørn og Sigrun…
Son of Fortune
Son of Fortune spælir sína fyrru konsert heima hjá Elsu og Hjørleif á Garðagøtu 7 kl 20.00 og sín…
Tinganest
Tinganest spæla sína fyrru konsert heima hjá Mariu og Nathan á Gerðavegi 21, kl 20.30, og sína se…
Sunneva Plátuvendari
Sunneva kemur at venda plátum til eftirveitsluna í Töting millum 00.15 og 04.00. Eisini spælir bó…
Enekk
Prísvinnandi bólkurin Enekk við Kára Sverrisyni, Agnar Lamhauge og Óla á Grindaflótti spæla báðar…
Um
20 konsertir við 10 tónleikabólkum og einstaklingum, heima í stovuni í 10 ymiskum heimum í Syðrugøtu. 2 konsertir í hvørjum heimi. Eingi ljóð- ella ljósannlegg. Men ovmikið av nærveru og gestablídni.
Fyrsta HOYMA varð hildið í 2013. Árið eftir fingu fyriskipararnir FMA virðisløn fyri ársins átak 2013.
Jón Tyril, sum vegna G! Grunnin stovnaði tiltakið, hevur greitt frá um hugskotið til HOYMA:
“Heimakonsertir eru eitt kent fyribrigdi, serliga uttanlands, men mær vitandi er tað nýtt at seta tað saman á henda hátt. Í roynd eru hetta tvey gomul føroysk fyribrigdi, vit seta saman til eitt nýtt. Nevniliga roykstovuna og roykstovumentanina, sum var sjálvur meginásurin fyri skapan og varðveiting av føroyskari mentan í øldir, og so gamla siðin, at ganga húsagongd. Hesi bæði tingini, at sangur og mentan verða útint í stovuni, og tað at ganga húsagongd, ganga saman í eina hægri eind við HOYMA.”
Les meira

Ummæli
Ummælir frá vitjandi
Hví er tað so, eg haldi, at HOYMA er tað allarbesta av øllum teim mongu, góðu tiltøkunum, sum vit hava her á klettunum?
Tað er ein sovorðin nærvera, eitt andlit-til-andlits ting. Man er nærri hvør øðrum. Man er berari. Man hevur latið seg úr skóm og jakka, og man merkir hitan frá hinum fólkunum - og man lurtar betur. Allir sangir og tónar fara beinleiðis inn. Alt er júst til tín, har tú situr í tínum hálvhosum við einum kaffikoppi og einum køkubita. Tað er so hjartaligt og stemningsfult, so óformelt og erligt, og so er tað á føroyskum. Tað er onki uppgjørt yvir tí.

Man hittir húsfólki og nýtur gestablídni. ”Vælkomin” ”Gott at síggja teg” ”Fá tær endeliga” ”Takk at tú komst” Tey duga okkurt heilt serstakt við fyriskipan hasi Gøturfólkini. Í hvørjum húsi er okkurt leskiligt, og matstovuna má man eisini seta sær tíð av til (hóast tað er trupult at velja nakað frá í skránni) Hesuferð beyð hon fantastiskar, forkunnugar og vælsmakkandi smárættir frá Gutta. Har var ordiliga hjúklaðu um smaksleykirnar og hugnan og man fer mettur og væl tilpassar víðari.

Tað, sum er stuttligt, er Ordiliga stuttligt í hesum hugnaliga samanstúgvaða trunkanum av glaðum fólki, og tað, sum er nemandi er hjartaliga kensluborið í sama hópi. Man verður rørdur á øllum tangentum.
Tónleikin, orðini, røddirnar, alt fært tú serverað púrasta óduppað beint í tíni oyru, hjarta og sál.
Hesuferð eydnaist mær at hoyra Heiðrikur, Lyon, Elinborg, Silvurdrong/Trygvi og Una/Uni. Alt so forbanka gott.
Eg takki, fegnist og gleði meg til næstu ferð! 1000 takk!!
(kundi ikki fallið mær inn at havt tónleik frá í bilinum, ella sett meg at hugt eftir filmi, áðrenn eg leggi meg. Vil hava hesu deigligu kensluna við mær inn í dreymin og vakna aftur við tónunum í bringuni og smíli á varrunum)
Marjun Svartafoss
Vís øll ummæli