Tíðindi
28. 09. 2022
Here are this years artists and program
19. 09. 2022
HOYMA will be held on Oct. 1st in Syðrugøta
30. 08. 2021
Faroe Islands win "Best in Travel 2021" - VFI quotes HOYMA as one of several reasons

Morgunmatur, sauna, sauna-gus og heitur pottur á HOYMA

07. 10. 2023

Sum undanfarin ár er møguligt at keypa sær góðan morgunmat frá kórinum Eystanljóð. Hesaferð er morgunmaturin heima hjá Sigvør og Kristoffur á Geilargøtu 2 frá kl 9.30 til 13.00. Eisini er møguligt at fáa sær armbandið upp á við sama høvi uppi hjá Sigvør fram til kl 16. Eftir tað er armbandaáseting hjá Sædis á Garðagøtu 2.

Saunan omanfyri sandin verður heit kl 9. Áleið kl 11 og kl 12.30 verður skipað fyri saunagusi. Eisini er pottur heitur frá áleið kl 11.

Frá uml. 17 ber til at keypa sær mat frá Greek Food Befo uppi á Gerðavegi.

Kl 19 byrja konsertirnar og koyra til nakað eftir midnátt. Aftaná heimakonsertirnar er eftirveitsla í Tøting, sum er opin frá áleið midnátt til kl 04. Bólkurin Brim spælir og Sunneva vendir plátum.