Tíðindi
28. 09. 2022
Here are this years artists and program
19. 09. 2022
HOYMA will be held on Oct. 1st in Syðrugøta
30. 08. 2021
Faroe Islands win "Best in Travel 2021" - VFI quotes HOYMA as one of several reasons

Saunagos við sandin í Syðrugøtu

30. 09. 2022

HOYMA bjóðar øllum HOYMAgestum til saunagos við sandin í Syðrugøtu leygarmorgunin kl 10 og kl 11. Gosmeistari verður Hansa Glerfoss, sum bjóðar eina serútgávu av saunagosi, sum hon kallar GlerGos

Leygardagin verður skipað fyri saunagosi við sandin. Saunagos (á enskum og donskum saunagus), er í stuttum aromaterapi, har væl angandi oljur verða dampaðar út í saunurúmið. Saunumeistarin hevur sent okkum hesa frágreiðing um hetta serliga saunugosið, sum til dagsins høvi verður kallað GlerGos.

“GlerGos - tríggjar ferðir upp í flógvan lógva.

GlerGosið er skipað, sum eitt vanligt saunugos, har gosmeistarin oysir vatn og væl angandi oljur á saunusteinarnar, so aromadampur fyllir rúmið. Gosmeistarin syrgir fyri, at hitin og væl angandi dampurin frá oljunum, verður spjaddur runt í heitu saununi. Dampurin ger, at tað kennist ordiliga heitt í saununi. 

Gosmeistarin greiður frá, hvørja ávirkan oljurnar hava. Eitt umfar við 1-3 oljum tekur umleið 10-12 minuttir. 

Leygarmorgunin verða tvey umfør fyri hvørt gosið, og ímillum gosini verður farið út at svala sær á.

Aftaná fyrra gos verður høvið givið til at reinsa gomlu, útmøddu húðina av, við upp í lógvan av serblandaðum kaffigrúsadreymi.

Høvi verður eisini at dyppa í sjónum og harvið køla seg niður millum gosini. 

Í seinna gosi verður latið upp í lógvan av heimablandaðum hunangssalti, ið er serframleitt til høvið. 

Hunangssaltið verður smurt upp á likamið og virkar við at opna porurnar, samstundis sum tað er reinsandi. 

At enda verður latið upp í lógvan av ísterningum, ella vit kunnu siga gleri, harav heitið GlerGos m.a. stavar. 

Verið hjartaliga vælkomin til GlerGos leygarmorgunin á HOYMA.

GG! Tað er av stórum týdningi at drekka nógv vatn samdøgrið undan gosinum.”