Tíðindi
20. 09. 2024
Here is the program for HOYMA 2024
15. 09. 2024
Here are the performers at HOYMA 2024
30. 08. 2024
HOYMA 2024 – September 21st – Tickets Available Now!
28. 09. 2022
Here are this years artists and program
19. 09. 2022
HOYMA will be held on Oct. 1st in Syðrugøta
30. 08. 2021
Faroe Islands win "Best in Travel 2021" - VFI quotes HOYMA as one of several reasons

HOYMA 2024 verður 21. september – atgongumerki til keyps nú!

30. 08. 2024

Tónleikafestivalurin HOYMA fer aftur í ár av bakkastokki í einum grannalagi í hugnaligu Syðrugøtu. Seinasta ár var metstórur áhugi fyri festivalinum, og tiltakið var útselt. Vit fingu nógvar fyrispurningar frá fólki, sum ynsktu at fáa atgongumerki eftir at alt var útselt, so tað ræður um at vera skjótur í ár!

HOYMA 2024 verður hildin leygardagin 21. september, og atgongumerki eru nú tøk til keyps á nethandlinum hjá G! Festivalinum. Vit mæla áhugaðum til at tryggja sær sítt pláss skjótast gjørligt fyri at vera vísur í at fáa lut í hesum tiltakinum, har tú kanst uppliva tónleik, gestablídni og nakað av tí besta av føroyskari mentan á autentiskan hátt í heimligum og innbjóðandi umhvørvi.

Skráin fyri HOYMA 2024 verður kunngjørd í næstum, og hon fer at bjóða upp á eina fjølbroytta og spennandi røð av bæði kendari og nýggjari listafólkum.

Við hesum tíðindaskrivinum leggja vit ein lítlan eftirfilm frá HOYMA 2023, sum gevur eina kenslu av stemninginum og upplivingini frá síðsta ári.

Vit gleða okkum at síggja tykkum í Gøtu til enn eitt ógloymandi HOYMA!

Keyp atgongumerki her