Tíðindi
06. 08. 2026
Tickets will go on sale Friday August 7
30. 09. 2025
Thank you for HOYMA 2025
20. 09. 2025
Here's what you need to know when attending HOYMA
26. 08. 2025
Tickets for HOYMA 2025 now on sale
20. 09. 2024
Here is the program for HOYMA 2024
15. 09. 2024
Here are the performers at HOYMA 2024
30. 08. 2024
HOYMA 2024 – September 21st – Tickets Available Now!
28. 09. 2022
Here are this years artists and program

HOYMA 2025 - atgongumerkjasølan er byrjað

26. 08. 2025

So eru atgongumerkini til HOYMA 2025 sett til sølu. HOYMA verður hildið leygardagin 20. september í grannalagnum "í Tungu" í Syðrugøtu. Hetta er sama hugnaliga grannalag, sum hýsti tiltakinum í 2024. Nøkur av húsunum vera tey somu og nøkur vera nýggj. Skrá við framførandi og klokkutíðum kemur út í næstum, men vit kunnu gott avdúka, at HOYMA kemur at líkjast sær sjálvum. Hugnin og nærveran eru í hásæti saman við framúr framførslum og blíðskapi. Konsertirnar byrja um 18-19 tíðina og halda á til áleið midnátt. Aftan á midnátt er eitt eftirtiltak í Tøting.
Tað sum ræður um nú, er at tryggja sær atgongd, tí talið av atgongumerkjum er sera avmarkað og seinastu árini hava vit havt útselt.
Atgongumerki kunnu keypast her