Tíðindi
30. 09. 2025
Thank you for HOYMA 2025
20. 09. 2025
Here's what you need to know when attending HOYMA
26. 08. 2025
Tickets for HOYMA 2025 now on sale
20. 09. 2024
Here is the program for HOYMA 2024
15. 09. 2024
Here are the performers at HOYMA 2024
30. 08. 2024
HOYMA 2024 – September 21st – Tickets Available Now!
28. 09. 2022
Here are this years artists and program
19. 09. 2022
HOYMA will be held on Oct. 1st in Syðrugøta

Tað, tú skalt vita, tá ið tú kemur á HOYMA

19. 09. 2025

Góðu HOYMA-gestir,
Vit gleða okkum at síggja tykkum í morgin!
Fyrstu konsertirnar byrja kl. 19.00
Konsertirnar eru áleið 40 min til longdar. Tak niður skrá og kort her

Praktisk viðurskifti:
Parkering: Niðri í bygdini omanfyri sandin ella framvið Garðabrekku omanfyri Tøting er gott pláss at seta bilin frá sær

Armbond: Být atgongumerki við armband í Tøting frá kl. 17 – kom í góðari tíð so tú sleppur undan at standa í bíðirøð meðan fyrstu konsertirnar eru!

Café & barr er í Tøting frá 17 til 03.30: Har fæst suppa, breyð, kaffi/te, køkur, øl & vín

Matvognurin Greek Food Balkan Experience stendur á vegnum niðanfyri hjá Eiler og Jónu, í Tungu 10 – møguleiki er at seta seg undir tak í garasjunii hjá Jónu & Eiler beint omanfyri

Hav reiðan pening við (20 kr til bjór/sodavatn í heimunum)

Til konsertirnar: Hav virðing fyri tónleikarunum – ikki tosa hart.

Um tú skalt víðari áðrenn konsertin er liðug, statt ella set teg uttarlaga, so onnur kunnu njóta løtuna uttan óneyðugt órógv.

Minst til at lata teg úr skónum ella fara í "skóleistar" áðrenn farið verður inn í stovuna hjá fólki.

Eyka upplivingar:

Sauna við sandin er opin frá kl. 10–19

Eftir konsertirnar: Hugo Leo & Høgni Kannuberg spæla í Tøting – øll við HOYMA-atgongd sleppa inn!

Vit síggjast til eina heilt serliga tónleikauppliving ✨