Artist
Annika Hoydal

kl 17.00 heima hjá Oluffu og Martin, úti í Bø 30

kl 18.30 heima hjá Maud og Arngrím, Garðabrekka 13

 

Annika Hoydal hevur eina heilt serliga støðu í føroysku tónleikatilvitskuni. Hennara eyðkenda rødd, sum hevur lagt stemmu til eitt hav av sangum frá Harkaliðnum og hennara soloútgávum, hevur verið við til at skapa sjálvan føroyska samleikan hjá mongum okkara, sum eru vaksin upp við hennara sangum ígjøgnum sjeyti, áttati og nítiárini.
Annika hevur verið á HOYMA fyrr og tær framførslurnar hava verið nakað heilt serligt og minniligt. Tað er ein stórur heiður fyri okkum at sleppa at leggja pall til ein av mest týðandi tónlistarfólkunum í nýggjari føroyskari søgu. 

More Artists
Die Færøsche Polkaband
Í eysturkommunu vita vit, at fiskapylsurnar koma úr Leirvík og at tað altíð skal vera ein rosina…
Marius DC
Marius DC er kendur fyri sína ótrúligu orku sum live-framførari. Kann ikki at standa í frið. Kava…
Lyon Hansen
Við høvuðsvegin, millum kirkjuna, missiónshúsið og salin hjá brøðrunum við Gøtugjógv, vaks Lyon H…
Bollarnir
Hvat gert tú, tá ið súpanin er keðilig og soðið vorðið ov tunt? Hvat nú um breyðið er mogið og ka…
Alda Magna Trio
Hetta er møguliga fyrstu ferð, at ein beinleiðis jazzbólkurin er við á HOYMA. Men tað upplivingin…
Lea Kampmann
Tá ið Lea Kampmann letur munnin upp og syngur, so koma ljóð og orð beint frá sálini og prika sær…