
Við høvuðsvegin, millum kirkjuna, missiónshúsið og salin hjá brøðrunum við Gøtugjógv, vaks Lyon Hansen upp. Í sær hevur hann glóðina og fingraspælið frá Blind Willy McTell, poesiiina frá Dylan og Cohen, og prædikkuna frá einum suðurstatspresti. Men samstundis býr í honum føroyska sorgblídni og spakførið, ið hann hevur arvað m.a. frá abba sínum, skómakaranum. Lyon er ein komplettur tónleikari. Hann hevur dýpd og kenslusemi. Ómetaliga góða rødd. Eitt guitarspæl sum eingin annar í landinum. Og eina dragandi introverta karismu. Við sær á HOYMA hevur Lyon bassleikaran, Karl Andrias Stórá.
Lyon er lokalur. Okkara drongur úr gøtugjógv. Kom og uppliva hann á hoymavølli.
Die Færøsche Polkaband
Í eysturkommunu vita vit, at fiskapylsurnar koma úr Leirvík og at tað altíð skal vera ein rosina…
Marius DC
Marius DC er kendur fyri sína ótrúligu orku sum live-framførari. Kann ikki at standa í frið. Kava…
Lyon Hansen
Við høvuðsvegin, millum kirkjuna, missiónshúsið og salin hjá brøðrunum við Gøtugjógv, vaks Lyon H…
Bollarnir
Hvat gert tú, tá ið súpanin er keðilig og soðið vorðið ov tunt? Hvat nú um breyðið er mogið og ka…
Alda Magna Trio
Hetta er møguliga fyrstu ferð, at ein beinleiðis jazzbólkurin er við á HOYMA. Men tað upplivingin…
Lea Kampmann
Tá ið Lea Kampmann letur munnin upp og syngur, so koma ljóð og orð beint frá sálini og prika sær…