
Hetta er møguliga fyrstu ferð, at ein beinleiðis jazzbólkurin er við á HOYMA. Men tað upplivingina vilja vit ikki snýtast fyri og hetta er ikki bara onkur jazzbólkur. Hetta er Alda Magna Trio, sum er mannað við Kim Kristensen, Rógva av Rógvu og Bergi Fonsdal Johhanesen. Tónleikurin er egin, intensur og leitandi, spælisjúkur og kveikjandi. Onkuntíð eisini hypnotiserandi. Kim Kristensen mætastu og mest egnu klaverleikarar tú hevur hoyrt. Hann er ein av hornasteinunum á føroyska jazz-pallinum tí hann hevur undirvíst og uppalt fleiri av teimum størstu føroysku tónleikarunum, sum vit kenna. Hann eigur síni fótaspor úti í heimi og hevur spælt í nógv saman við teimum størstu í Danmark. Og so er tað Rógvi á Rógvu, trummu- og slagverksspælarin yvir teimum øllum. Frá Plúmm og Føstufressum til allan jazzin, bluesið, poppin og rokkin. Rógvi er framvegis mitt í eldinum og smíðar - jarnið er gløðandi heitt. Hin, í hesum høpinum ungi, Bergur Fonsdal Johannesen, livir og virkar sum tónleikari í Prag, har hann gongur á konservatorium. Hann hevur gingið á jazzskúla í Svøríki, síðani livað av at spæla á jazzklubbum á Malta. Nú lesir hann klassiskan kontrabass í Prag og ferðast á konsertferðum í Europa bæði við symfoniorkestrum og ymiskum jazz-samansetingum. Hvussu teir fáa alt at rúmast inn í eina lítla (ella stóra) stovu í Syðrugøtu kunnu vit øll gleða okkum til. Hetta verður eitt brak av eini jazzkonsert í so intimum umstøðum, sum yvirhøvur til ber.