
Lena Anderssen er ein av okkara mest fangandi live framførarunum. Við eymu røddini, inniligum frásagnum og persónligum sangum bergtekur hon øll sum lurta. Saman við Nicclas Johannessen, superguitaristurin, sangskrivarin og framleiðarin, ið hon eisini er gift við, dregur Lena teg inn í sín tónleikaheim og skapar Lena eina heilt serstaka konsertuppliving.
Lena hevur givið út fimm vælumtóktar fløgur. Hon hevur tikið upp í Abbey Road Studios í London og í Los Angeles, og hennara sangir hava verið brúktir í altjóða sjónvarpsrøðum sum Scrubs og Alias.
Tað fæst ikki betur til hoyma!
Die Færøsche Polkaband
Í eysturkommunu vita vit, at fiskapylsurnar koma úr Leirvík og at tað altíð skal vera ein rosina…
Marius DC
Marius DC er kendur fyri sína ótrúligu orku sum live-framførari. Kann ikki at standa í frið. Kava…
Lyon Hansen
Við høvuðsvegin, millum kirkjuna, missiónshúsið og salin hjá brøðrunum við Gøtugjógv, vaks Lyon H…
Bollarnir
Hvat gert tú, tá ið súpanin er keðilig og soðið vorðið ov tunt? Hvat nú um breyðið er mogið og ka…
Alda Magna Trio
Hetta er møguliga fyrstu ferð, at ein beinleiðis jazzbólkurin er við á HOYMA. Men tað upplivingin…
Lea Kampmann
Tá ið Lea Kampmann letur munnin upp og syngur, so koma ljóð og orð beint frá sálini og prika sær…