
Biður tú ein tilvildarligan føroying á gøtuni murra fimm sangir, hann kennir heilt inni at merginum. so er stórur møguleiki fyri, at ein av teimum er “Dukka mín er blá” – og at í minsta ein av hinum, er onkur sangur, sum Steintór Rasmussen hevur skrivað.
Vit kenna hann frá Frændum, síðani Millum Frændur, og síðani bæði við Kulum Rótum og undir egnum navni. Steintór er ein rennandi kelda av skapanarmegi, ið altíð finnur uppá okkurt nýtt: sangir, yrkingar, skaldsøgur, forrætnings-hugskot, mentanartiltøk og mangt annað.
Eitt av teimum støðum, har hann kann upplivast allarbest sum bæði sangari, sangskrivari, tónleikari og samskiftandi menniskja, er í eini hugnaligari stovu í býlinginum í Tungu í Syðrugøtu leygarkvøldið tann 20. september. Vit gleða okkum.